Fimm Lakju-brøður vunnu innandura kapping

Jákup Oluf, Jógvan, Heðin, Kristian og Oddmar hava allir verið aktivir, ella eru aktivir í KÍ. Sunnudagin var samanspælið eins gott og brøðralagið

Fótbóltur

 

Sunnudagin var skipað fyri einari innandura kapping í fótbólti í Klaksvík.

Tað skuldi kanska ikki verið so nógv at skriva heim um, tí tað eru so nógvar innandura kappingar gjøgnum veturin, men vinnaraliðið í hesari kappingini í Klaksvík má sigast at verða rættiliga serstakt. Vinnarnir gjørdust nevnliga synirnir hjá Victor og Marjun á Lakjuni, Jákup Oluf (føddur í 1970), Jógvan (føddur í 1973), Heðin (føddur í 1978), Kristian (føddur í 1983) og Oddmar (føddur í 1986). Allir fimm hava gjøgnum árini verið partur av hópinum hjá besta liðnum hjá KÍ.

Elstu brøðurnir, Jákup Oluf og Jógvan hava verið nógv á sjónum og uttanlands, og tí hevur tað ikki ligið so ræðið fyri at røkja eina fótbóltskarrieru á hægsta støði, um enn evnini hava verið til tað. Kristian hevur eisini verið nógv uttanlands, meðan Heðin er tann bróðurin, sum hevur markerað seg mest í føroyska fótbóltsheiminum. Heðin hevur vunnið føroyameistaraskapið og steypakappingina við bæði KÍ, B36 og HB, og tað er eitt sjáldsamt met í føroyskum fótbólti. Heðin hevur eisini spælt á landsliðnum.

Eftir tí sum frættist um innandura kappingina í Klaksvík sunnudagin, so var samanspælið eins gott og brøðralagið, hóast 16 ár eru millum yngsta og elsta bróðurin. Í finaluni møttu Lakju-brøðurnir landsliðslegendini, Jan Dam, tí altíð treiska John Hera Dam og brøðrunum Ronnie og Hans Paula Samuelsen.

Talan gjørdist um eina spennandi finalu, sum Lakju-brøðurnir vunnu 3-2. Sigursmálið fall í síðsta sekundinum av vanligu leiktíðini. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Lakju-brøðurnir vinna eina innandura kapping. Hini liðini kunnu bert ásanna, at ”Bert er bróðirleyst bak”.