Fimm kvinnur jarðaðar livandi

Tríggjar ungar kvinnur í Pakistan vildu sjálvar sleppa at gera av, hvørjum tær skuldu giftast við. Tað kostaði teimum og tveimum tilkomnum kvinnum lívið

Tær fimm kvinnurnar vórðu jarðaðar livandi í bygdini Babakot í útsynningspartinum av Pakistan fyri meiri enn einum mánaði síðani, men ikki fyrr enn nú eru myndugleikarnir farnir at kanna málið, skrivar bretska blaðið The Independent. Sambært blaðnum hevur løgreglan tikið trý fólk, sum skulu hava havt við illgerðina at gera.

Tær tríggjar ungu kvinnurnar, sum vóru tannáringar, vildu sjálvar sleppa at gera av, hvørjum tær skuldu giftast við. Tað vildu familjurnar ikki góðtaka, og genturnar vórðu tiknar og burturfluttar. Tvær kvinnur, 38 og 45 ára gamlar, sum stuðlaðu teimum trimum ungu, vórðu eisini tiknar og fluttar burtur.

Mannarættindafelagsskapir siga, at tær fimm kvinnurnar vórðu fluttar til eitt fjarskotið stað. Har vórðu tær bukaðar og skotnar. Tær doyðu kortini ikki av skotunum, men vórðu tveittar niður í eina grøv og jarðaðar livandi.

Málið er ikki komið alment fram fyrr enn fyri nøkrum døgum síðani, og fyrradagin gingu fólk, sum eru fyri javnrættindum millum kynini, mótmælisgongu í býunum Lahore og Karachi. Landspartastjórnin í Sind hevur fordømt illgerðina, men teir lokalu politikararnir í Balutsjistan-landspartinum siga, at tilburðurin er ein partur av einum elligomlum siði, og at teir ætla sær at verja siðin.

Mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch sigur, at hann fekk kunnleika til hendingina tann 16. august, og at myndugleikarnir vórðu kunnaðir sama dag. Krtini hendir einki fyrr enn nú, skrivar The Independent.