Fimm koyrdu ov skjótt

Løgreglan gjørdi í gjárkvøldið ferðmátingar millum Fjarða.

Løgreglan gjørdi í gjárkvøldið, millum klokkan 22.00 og 00.30, ferðmátingar millum Fjarða.

 

Tó at fleiri bilførarar hildu seg um hámarksferðina, so vóru nakrir, ið settu fótin, ið so tungt niður á speedaran.

 

Fimm bilførarar vóru tiknir fyri at koyra ov skjótt. Fýra teirra koyrdu millum 105 og 110 kilometrar um tíman og fáa tí eitt klipp í koyrikortið. Tann fimti var ikki so heppin. Hann koyrdi um 120 kilometrar um tíman og varð tí revsaður við eini treytaðari frádøming av koyrikortinum. Hann má tískil ansa sær í ferðsluni komandi tíðina, tí eitt lógarbrot aftur at hevur við sær, at hann missir koyrikortið.

 

Annars sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn, at náttin hevur verið stak friðarlig. Ein maður lá avdottin og er tí tikin inn á støðina at sova rúsin út, men annars hevur ikki stórvegis verið at gjørt hjá teimum.

 

Beint eftir midnátt var løgreglan ein túr á skeinkistøðunum í Havn og gjørdi eina rutinukanning, men har var alt í lagi.