Fimm bilførarar fingu klipp í koyrikortið í morgun, tá løgreglan gjørdi ferðslukanningar á Varðagøtu í Havn.
Seinasta árið er ferðslan á Varðagøtu umskipað fyri at gera umstøðurnar tryggjari hjá børnunum, sum ganga á Sankta Frans skúla, Sankta Jósefs barnagarði og vøggustovuni Stellu Maris, sum liggja hvør sínu megin vegin. Eini 300 børn ganga í skúlanum og onnur 200 á stovnunum báðum.
Varðagøta er vorðin 30-sona líka frá Norðara Ringvegi og oman til Finsen og ein part av morgninum, frá hálvgum átta til hálvgum níggju, er hon einsrættað omaneftir. Tað vil siga, at ein ikki hevur loyvi at koyra niðan eftir Varðagøtu frá Finsen og Mimir og niðan móti vøggustovuni ella Tórshavnar Maskinhandli. Klokkustýrdar talvur á vegamótinum Sjúrðargøta/Varðagøta vísa, um loyvt er at koyra niðan eftir Varðagøtu ella ikki.
Um fólk ikki hava fingið tað við, hava gloymt tað, ella ikki leggja nakað í, skal vera ósagt, men tá løgreglan var á staðnum í morgun, tók hon fimm bilførarar, sum fóru strevandi niðan eftir móti nógvu morgunferðsluni.
Teir fimm verða løntir við einum klippi í koyrikortið fyri at koyra skeivan veg á einsrættaðum vegi.