Tá ið Norrøna kom til Seyðisfjarðar í Íslandi týsdagin, vóru heilir fimm tilburður av koronu funnir ímillum ferðafólkini. Tað sigur íslendska kringvarpið.
Tey vórðu staðfest í eftirlitinum við markið og tey eru øll sett í sóttarhald. Kringvarpið í Íslandi sigur, at eftir tí, tey vita, hava tey ikki smittað onnur.
Tey fimm fólkini, sum eru smittað, eru við einum bólki upp á 25 fólk, sum kom við Norrønu til Íslands.