Vápnaðir islamistar søktu í nátt at einari legu hjá pakistanska stjórnarherinum, og tá álopið hasaði av, lógu fimm stjórnarhermenn eftirá, og sjey aðrir vóru særdir. Herleiðslan sigur, at legan er í útnyrðingspartinum av landinum og stutt frá afghanska markinum. Har hava pakistanskir hermenn verið í hørðum bardøgum við víðgongdar islamistar tær seinastu vikurnar, og báðir partar hava mist fólk. Stjórnarherurin hevur hert átøkini við afghanska markið og leitar eftir manninum, sum eftir øllum at døma gav boð um at myrða Benazir Bhutto.