Fimm hava verið - og fýra nærkast

Hesa vikuna hava fimm ísfiskatrolarar landað í Saltangará, og ein av fyrstu døgunum koma fýra skip aftrat. Fimm ísfiskatrolarar hava landað í Saltangará hesa vikuna.

Stelkur og Bakur hava landað 350.000 pund, og Heykur og Falkur hava landað út við 400.000 pund.

Øll veiðan hjá partrolarunum er upsi.

Í vikuni landaði eisini ísfiskatrolarin Eydna í Saltangará. Eydna og Beinisvørð, sum báðir hava trolað við lemmum, eru nú farnir at partrola.

Eydna landaði umleið 140.000 pund og Beinisvørð, sum landaði í Vági, hevði heldur minni enn Eydna.

Á landingarmiðstøðini Kongshavn siga tey, at øll skipini, sum plaga at leggja veiðina upp í Saltangará, eru úti og teir, sum liggja fyrstir til landingartørn í næstu viku, eru Jaspis og Ametyst og Rókur og Lerkur.

Á Kongshavn verður vanliga ikki landað í vikuskiftinum, men gerast skipini full uppundir vikuskiftið, koma tey inn, og tá verða boð send eftir landingarliði.

- Í fjør landaðu vit fleiri leygardagar, tá fiskiskapurin hjá partrolarunum var bestur, siga tey á landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará.