Fimm dystir eru á skránni í Formula-deildini í dag, og tað merkir aftur, at fimm dystir kunnu tippast í stóru tippingarkappingini.
Størsti favoritturin er ikki óvæntað EB/Streymur, sum á heimavølli tekur ímóti AB. Hinvegin er kanska meira óvæntað, at minsti favoritturin skal finnast í Gundadali, har HB tekur móti GÍ. Men við 77% upp á HB-sigur í teirri uppgerðini, er talan eisini um greiðan favoritt har.
%-býtið hjá tipparunum fyri 3. umfarið í Formula-kappingini sær soleiðis út:
Dystur 1 X 2
HB-GÍ 77 19 4
VB/S-B36 4 8 88
KÍ-B71 81 13 6
NSÍ-Skála 85 12 3
EB/S-AB 90 7 3