Fimleikaframsýningarnar hjá Støkk vera 26. og 27. mars í Bylgjuni í Runavík, og í ár eru tær fimm í tali.
Sýningarnar við børnum undir skúlaaldur eru leygarmorgun kl. 10 og 12, meðan blandaðar framsýningar við eldru liðunum eru leygardag kl. 15 og sunnudag kl. 14 og 16.30. Skráin yvir fimleikaframsýningarnar liggur á www.stokk.fo og á Facebooksíðuni hjá Støkk.
Eins og undanfarin ár hevur felagið nógvan fjølbroyttan fimleik at vísa fram, m.a. foreldur og børn, børn 4-6 ár, vanligu liðini frá 1.-10. flokk, kvinnur, styrki og konditión, amboðslið og estetisk kappingarlið. Undir framsýningunum verða merki og ídnisprógv handað.
Felagið skipar fyri páskareggjatombola og kaffisølu í gongini í ítróttarhøllini báðar dagarnar.
##med2##
##med3##