Fimm fráboðanir um vindskaða

So er stormurin hæsaður av á hesum sinni, hóast nakað av vindi enn er um landið.

 

Av løgreglustøðini siga tey, at fimm fráboðanir komu um vindskaða í nátt, men møguliga koma nakrar aftur at, nú fólk koma til arbeiðis í morgun.

 

Tær fimm fráboðanirnar eru allar úr norðara parti av landinum, úr Norðoyggjum og norðara parti av Eysturoy og Streymoy. Sambært vakthavandi er talan í stóran mun um leysar lutir, ið hava sløðst um, millum annað á byggiplássum, og hava volt skaða. Onkrar plátur eru eisini loysnaðar, men sum skilst er ikki stórvegis skaði hendur í nátt.

 

Enn er nakað av vindi um alt landið. Á Ørðaskarði á Fámjinsvegnum er skrið og í  hvirlunum upp í 25,6 m/s. Á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð, sum máldi 58 m/s í gjárkvøldið, er nú hvassur vindur og í hvirlunum upp í 32,9 m/s, og á Kambsdali, Heltnini á Oyndarfjarðarvegnum og á Høgareyni er upp í 26 m/s í hvirlunum. Eisini boðar Landsverk frá hálku um Høgareyn.