Í minsta lagi fýra fólk doyðu í einum skalvalopi í Eysturríki í dag. Hendingin fór fram um 13.40-tíðina.
Tað veit tíðindastovan AP at siga.
Nú seinnapartin er greitt, at eitt fólk aftrat er funnið lívleyst. Tað veit eysturríkska tíðindastovan APA at siga.
Skalvalopið hendi í landslutinum Tyrol, nær markinum til Sveis.
Enn vita tíðindastovurnar einki at siga um samleikan hjá teimum deyðu.
Bæði eysturríkskar og sveisiskar bjargingartyrlur leita eftir fólki, veit APA at siga.