Fimm fólk deyð í melduródn í Kekkia

Í kvøld hevur ein hervilig melduródn rakt Kekkia, og tað er serliga eitt økið nær markinum til Eysturríki, sum er harðast rakt.

Melduródnin hevur gjørt stóran skaða í kekkiska býnum, Moravska Nova Ves.

 

 

Í kvøld hevur ein melduródn herjað í Kekkia, og tað er serliga á markinum til Eysturríki, at ódnin hevur gjørt um seg. 

 

Útlendskir miðlar vita at siga, at í minsta lagi fimm fólk eru deyð, og stúrt verður fyri, at eini 1000 fólk hava fingið skaða.

 

Eysturríkska ávísin - Kronen Zeitung - veit at siga, at tað var heglingur, og at heglingarnir vóru á stødd við tennisbóltar. Hetta hevur elvt til stórar skaðar á tøk og bilar.

 

Reyði Krossur sigur seg stúra fyri, at út við 1000 fólk kunnu hava fingið skaðar í ódnini.

 

Løgreglan í Kekkia sigur á Tvitter, at fleiri hundrað løgreglufólk úr øllum landinum eru á veg til harðast raktu økini fyri at hjálpa særdum og neyðstøddum.

 

Ferðslan liggur lamin nógvastaðni, og løgreglan veit eisini at siga, at leki er komin á eitt gassanlegg á einari bensinstøð, og her vera fólk biðin um at halda seg burtur. 

 

Ein talsmaður fyri Reyða Kross, Andreas Zenker, sigur, at tey hava sent 12 sjúkrabilar til harðast raktu økini við markið til Eysturríki.

 

 

 

Melduródnin hevur gjørt stóran skaða í kekkiska býnum, Moravska Nova Ves.