Fimm føroyskar granskingarverkætlanir fingið stuðul

Fróðskaparsetur Føroya hevur fingið játtað meira enn eina millión krónur í granskingarstuðli

Einaferð um árið tekur stuðulsgrunnurin hjá Betri, sum eitur Betri-stuðul, støðu til umsóknir um granskingarstudning, og hesaferð hava fimm granskingarverkætlanir á Fróðskaparsetri Føroya fingið játtan um stuðul.

 

Talan er um umleið 1.1 millión krónur.

 

Verkætlanirnar, sum Betri-stuðul valdi at stuðla á Setrinum í 2021, fevna um granskingarøki á Søgu- og samfelagsdeildini, Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, Føroyamálsdeildini og á Námsvísindadeildini.

 

Hesi fingu stuðul:

 

Tórunn Højgaard Ósá er námslektari í sjúkrarøktarfrøði og hevur fingið stuðul til sína ph.d.-verkætlan, “Neurologiskar sjúkur hjá børnum í Føroyum: Farsóttarfrøði, svøvnólag og ávirkan av eini tónleikauppliving”.

 

Firouz Gaini er professari í antropologi og hevur fingið stuðul til granskingarverkætlan um pápaleiklutin í dagsins samfelag. Hansara verkætlan eitur “Pápar í Føroyum 2022 - ein kvantitativ kanning av støðuni hjá pápum og familjum í Føroyum”.

 

Elsa D. Johannesen er námslektari í sjúkrarøktarfrøði og hevur fingið stuðul til sína ph.d.-verkætlan, “Palliativ umsorgan í heiminum: Ein kvalitativ kanning í Føroyum”.

 

May-Britt Skoradal er varadekanur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi og adjunktur í heilsuvísindum. Hon hevur fingið stuðul til eina granskingarverkætlan um typu2-diabetes.

 

Sissal Maria Rasmussen, adjunktur á Námsvísindadeildini, og Hjalmar P. Petersen professari á Føroyamálsdeildini hava fingið stuðul til granskingarverkætlan um fleirmæli í Føroyum.

 

(Kelda: Fróðskaparsetur Føroya)