Fløguútgáva
Annika S. Biskopstø
Starvsnæmingur
Plátufelagið Tutl gevur fimm fløgur út við Regin Dahl 5. november. Flestu upptøkurnar eru gjørdar miðskeðis í 70`unum niðri í Keypmannahavn. Á fløguni eru eisini sangir sum eru tiknir upp av privatfólki. Vit hoyra eisini kendar upptøkur, ið hava verið nógv spældar gjøgnum árini í útvarpinum, men ongantíð áður eru hesir góðu tónar hoyrdir á fløgu.
Komandi árið er ætlanin at geva allar upptøkurnar hjá Regini út á fløgu. Sangirnir eru nógvir og tískil verða 20 fløgur tilsamans. Hugskotið er gamalt, men er nú endiliga vorði veruleiki.










