Fimm fjónaðar í fløgufloyminum

Fløgumarknaðurin hevur í ár veruliga verið floymdur við eini skolu av føroyskum fløgum. Í sjálvum sær er hetta gott tekin, hóast røddir í Føroyum eisini vilja føra fram, at tað keðiliga í Føroyum er, at hvør Hanus og Janus gevur út, hvørt tað so eru bøkur, fløgur ella annað. Tann, ið hevur havt ætlanir um at umrøða allar fløgurnar í ár, hevur í hvussu er ikki verið arbeiðsleysur

Her fara vit at taka upp í lógvan úr rúgvuni av fløgum, sum út eru komnar í ár, men sum ikki hava fingið hóskandi umrøðu. Betri seint, enn ongantíð.
Tað er nevniliga so, at so avbera nógv er útkomið - gott og minni gott, at hann, ið ætlaði at standa seg við umrøðum av øllum hesum, lættliga hevur fingið ein trupulleika.
Ætlanin her er so heldur ikki at koma við einum djúpum ummæli av hesum fløgum. Tíðin er runnin undan hesum, og fólk kenna fløgurnar og hava óivað eina meting, men tó hava útgávurnar uppiborið umrøðuna, ið tær ongantíð veruliga fingu. Tó nakrar fingu meir, enn aðrar. Men her verður gjørt ein samanumtøka, innan jólamarknaðarfløgurnar av álvara seta punktum fyri árið.Men her verður tað tí stutt og greitt.
Deja Vu
Bólkurin kom tíðliga í ár út við fløguni A Place To Stand On. Fyrst er at siga, at húsin er nakað serstakt. So nógv er ikki veruliga gjørt burturúr húsum áður. Her fáa bæði eygu og oyru. Limirnir í bólkinum hava ikki bara lagt seg eftir ljóðførunum, men gleða eisini lurtaran/hyggjaran við einum bóklingi við vøkrum fotomyndum. Og hesar eru so býttar upp í kapitlar, ið hava heiti eftir løgunum á fløguni.
Ein gjøgnumførd heild.
Og Deja Vu spæla sín tónleik. Ein sveimandi og droymandi streymur av tónum, ið draga lurtaran inn í alheimin hjá bólkinum. Hetta eru tónar, ið lurtast skal eftir. Hjartarútman ger av sær sjálvum eitt lop niður eftir mátaranum. Óivað gott í hesum døgum, har strongd er ein fólkasjúka. Terapi fyri sálina!
Men er ein so ikki til avstrongjandi terapi ov longi í senn, so kann kanska gerast ov mikið. Men hetta er óvanliga flottur tónleikur, ið situr sum hann skal og sum hevur røttu tyngdina, so ein ikki ivast í, at hetta er ektað.
Ljóðmyndin er eisini flott og uttan her at fara út í odd og egg við øllum, so er hetta ein flott fløga. Tann rætta at seta seg við í einingi ella við oyralurtinum smoygt um oyruni og so hava so hart frá, sum ein sjálvur heldur. Hetta er flott og vælspælt. Ikki til ball, men hinvegin balsam.
A place to stand on; Deja Vu hevur fingið sær ein góðan platform at standa á og sum væl kann nýtast sum endaligt úrslit og eisini sum viðføri í skjáttuni, ið kann takast fram at vísa stórum kanónum í tónleikaídnaðinum.
Braquet
Bólkurin gav út eina fløgu við seks løgum. Nógv hevur ikki verið at hoyrt til fløguna í loftmiðlunum.
Men kanska er hon eisini málrættað til ein smalan lurtarabólk. Talan er um rock. Harðan rock. Men harðan føroyskan rock, tá hann er góður. Væl innspælt og spælt. Dugnaligi guitarleikarin Arni Zachariassen hoyrist væl, uttan tó at taka nakað frá hinum limunum í bólkinum.
Og sum eitt av endamálunum við fløguni eisini var, so er hetta gott viðføri at hava í skjáttuni, um áhugi er í útheiminum.
Tungmálmur, ið hevur andaliga bakgrund. Tungt, men íoyrafallandi.
Dýrd
Kanska mest yvirsædda fløgan í ár. Ov lítið yvirhoyrd, kundi ein sagt.
Fløgan kom út í samband við, at jóansøkan er 80 ár í ár. Stig varð tikið til at savna sangfuglar á Tvøroyri á eina og somu fløgu. Úrslitið er gott, sum heild.
Kanska er ljóðgóðskan ikki jøvn allan vegin, men sangfuglarnir eru alllir á flogi og ongin missir flogið.
Ein vandi er kanska, at betri hevði verið við meira upprunatilfari. At spæla inn hitt ella rock-klassikarar og fáa tað at ljóða sum upprunin, er eitt bragd. Men ikki nýskapandi.
At taka førosykt og umskapa ella endurinnspæla er eitt vet betri.
Og t.d. er stuttligt við gamla lagnum Mánin hann Skein, ið her er innspældur við svingandi suðurlendskum rútmum.
Ein fín fløga, ið hevur uppi­borið betri, enn at fara í gloymi­bókina.
Men ein orsøk er helst, at øll orka er løgd í sjálva verkætlanina, og ongin hevur síðani tikið sær av uppfylging, t.v.s. søluarbeiði og at føra fløguna fram í miðlum og aðrastaðni. Spell, tí hon er tað verd.
Crossroads
Science Fiction var frammi í 80unum. Ein vælspælandi bólkur, sum eisini fekk heitið Ársins Livebólkur til eina slíka kapping. Ein útgáva kom við bólkinum og hon varð væl fagnað.
Óli Poulsen hevði ein fingur við og kom samstarv í lag mill­um hann og dugnaliga forsang­aran, J.M. Antoniussen. Saman gjørdu teir Blátt.
Men Science Fiction hoyrdist ikki meira til.
Ikki fyrr enn í ár, tá fuglurin Føniks reis úr øskuni.
Teir hava givið út gomlu útgáv­una á fløgu, men eisini eru nógv nýggj løg við, so talan er í roynd og veru um tvær útgávur í einari.
Stílurin er hin sami. Poppur, ið liggur á tokuta markinum millum rock og country og við enskum teksti.
Eyðkent, einamest orsakað av eyðakendu røddini hjá sangaranum.
Ein áhugaverd fløga, kanska mest hjá teimum, ið minnast bólkin frá 80unum, tí teir eru trúgvir móti tí fjøldini og harvið helst eisini mótvegis sær sjálvum.
Hálvt frá hálsi
Sera sermerkt. Soleiðis kann fløgan hjá Kaj Klein Kannska lýsast. Men tó góð. Óivað er onkur, ið elskar at hata heldur skeivu tilgongdina til sangirnar. Henda hása ella djúpa røddin, ið er farin í holt við gamlar føroyskar klassikarar, sum t.d. Eitt sunnukvøld, Eg siti so eina, Vestanfyri Mykines, Rasmus, Eitt kvøldið so síðla og aðrar. Hinvegin er kanska meira upplagt við lagnum Hví og So langt eg kann minnast.
Men vit kenna brøðurnar Kaj og Karl Anton Klein fyri tónlekin frá Plastnoist. Her er hinvegin annað tilfar. Slíkt, ið hvørt mans­barn kennir.
Og eg haldi við ummælara­num, ið skrivaði í Sosialinum, at hetta var gott, enntá sera gott. Meg minnist ikki orðarætt, men ummælarin fegnaðist veruliga.
Eg skal ikki siga, at eg datt á afturpartin av undran, men rætt er, at her er nakað hjartaligt, tó at tey flestu gera stór eygu, tá tey leggja oyru til fløguna á fyrsta sinni.
Her er talan um persónliga tulkan av kendum tilfari og tað er sum kunnugt viðbrekið at gera ov nógv við slíkt, ið fólk eru góð við. Tí má sigast, tá takast skal samanum, at Kaj er komin væl frá síni persónligu útgávu av føroyskum sangperlum.
Salt - uppískoyti
Havi fyrr givið fløguni hjá bólki­num Salt blaðrúmd, so tey sleppa ikki veruliga við her, men tey orðini tola at verða endurtikin, at hetta er óivað ein hin besta fløgan í ár, tá ein hugsar um dygd og góðsku, ið kann leggj­ast í dagsins ljós á altjóða marknaðinum.
Nú eru so fløgurnar, ið ætla sær undir jólatrø í ár, byrjaðar at koma. Men onki um tær her. Hetta var ein skoðan aftur um bak á summar og heyst. Upp í lógvan av tí, ið komið er út, og sum kanska ikki hevur fingið blaðrúmd.
Okkurt fór helst millum fingrarnar hesaferð eisini, treyðugt so, men føroyski fløgu­marknaðurin er so mettaður, at hann klárar at føða eina heila avís sjálvur og tí kann vera ringt at fylgja við øllum og øllum til vildar kann ongin jú gera.