Fimm finalur fyri framman

ÍF avrikið og sigurin í Runavík bera boð um, at stríðið um at sleppa undan seinna niðurflytingarplássinum eisini fimm tey seinastu umførini fer at standa millum fimm feløg

Mánakvøldið var undirhaldandi, intens og spennandi oyggjauppgerð við Løkin í Runavík, har ÍF vann 2-1 á NSÍ. Hetta var annar sigurin á rað hjá fuglfirðingum, sum harvið rættu­liga hava meldað seg upp í aftur kappingina um at sleppa und­an niðurflyting.
NSÍ legði seg á odda beinanvegin við framúr máli, sum Mamuka skor­aði úr 22 metra fjarstøðu. Burtur­sæð frá fyrstu løtuni, tá ið NSÍ var greitt omaná, so var ÍF væl upplagt, og sum 2. hálvleikur leið var luturin hjá heimaliðnum at verja og dúva upp á snarálop.
Tá ið tað restaðu tjúgu minuttir skoraði ÍF tvey mál, og so sást tað heil væl, at fuglfirðingar stríddust fyri lívinum, og at NSÍ ikki hevur so nógv at spæla fyri.
Alt árið hevur ÍF havt trupul­leikar at skjóta mál, og millum orsøkirnar til tað hevur aftur og aftur verið víst á, at tað er komið sera illa við, at Chris Muomaife hev­ur verið so skaðaplágaður. Hann varð keyptur til at skjóta mál, og tá ið hann hevur verið skaddur, so hevur tað víst seg at vera risa trupul­leiki fyri ÍF.
Mánakvøldið var Chris Muomaife í ÍF álopinum. Tað sást væl, at hann er ikki í dystarvenjing, men sam­stundis var tað sjón fyri søgn, at hann hevur dygdirnar, sum ÍF so ofta fyrr í ár hevur restað: hann er sterkur, bóltførleikin er góð­ur, máltevið er gott, og hann hevur gott skot.
Fyrra málið skoraði Chris eftir uppspæl í vinstru og innlegg. Bólt­urin brast í tvørtræið, niður í svøðrin og út aftur í spæl. Væl staddi linjuverjin markeraði, at bólt­urin hevði verið innanfyri, og dóm­arin, sum stóð seg sera væl, peik­aði á miðjuna.
Lítla løtu seinni rann Chris frá NSÍ liðnum, sum hevði verið í álopi, og tá ið hann kom ímóti Andras Gango, lyfti hann bóltin upp um hann og í málið.
Bæði á og kring vøllin setti leiðslu­málið rættuliga eld í fugl­firð­ingarnar, og ÍF avrikið bar boð um, at fuglfirðingar eru førir fyri bæði at spæla og stríða seg til rættin at halda fram í bestu deildini.

Fimm finalur
B71 er ivaleyst fokið, og nú er spurn­ingurin, um tað verður 07 Vestur, KÍ, ÍF, HB ella B68, sum skal tungu leiðina niður í næstbestu deildina saman við sandoyingum. Tað eru bara tvey stig frá B68 á fimta plássi og niður til 07 Vestur á 9. plássi. Tí ber tað væl til, at alt verður vent á høvdið eftir einum degi.
Tá ið tað er so tætt, kann tað fara at vísa seg, at málmunurin fer at hava avgerandi týdning. Í tí kapp­ingini er 07 Vestur ringast stillað, meðan B68 og HB eru betri fyri enn ÍF og KÍ.
Sunnudagin vísti HB, at tað ber til at fáa stig frá teimum, sum kappast um FM og heiðursmerkini, og ÍF sigurin mánakvøldið ber boð um, at NSÍ er til at tosa við.
Men tað verður fyrst og fremst í innanhýsis uppgerðunum mill­um hesi fimm – B68, HB, ÍF, KÍ og 07 Vestur – at tað verður av­gjørt, hvør fer at sleppa undan niður­flytingini, og hvør fer at sita eftir við svarta peri. Higartil hevur kanska verið roknað við, at stigini ímóti sandoyingum fóru at verða lætt vunnin. Í Sørvági vísti B71 sunnu­dagin, at sandoyingar ikki eru farnir í vetrarfrí. So leingi tað er lív, er tað vón, plagar at verða tik­ið til, og tað hava teir í B71 tikið til sín.
Í toppinum royna Víkingur og EB/Streymur at geva B36 kapping um FM heitið, og í botninum verður talan um fimm finaluumfør við níggju dystum. Tveir teir fyrstu eru á skránni longu sunnudagin, tá ið HB skal til Fuglafirðar, og tá ið B68 skal til Sands.
Gongdin higartil hevur ikki givið nakra avgjørda ábending um, at nakað av hesum fimm lið­unum er favorittur at sleppa und­an niður­flytingini. Tískil er tað framvegis møguleiki fyri, at HB og KÍ sunnu­dagin 16. oktober í næstsíðsta um­fari í Gundadali fara at stríðast um at sleppa undan niðurflyting.
Tað var ikki gamalt í føroyskum fótbólti, at dystirnir fram ímóti kappingarenda millum hesi bæði sigurs­vandu feløgini skuldi hava hesa dagsskránna, men tað er so nógv, sum er øðrvísi í føroyskum fót­bólti nú, enn tað áður var. Bæði í topp­inum og í botninum og tí bíða fimm finalur fyri framman!

- - -

Innanhýsis uppgerðir millum botnliðini:

23. umfar
ÍF - HB
B71 - B68

24. umfar
KÍ - B68
HB - 07 Vestur

25. umfar
B68 - ÍF
B71 - KÍ

26. umfar
HB - KÍ
07 Vestur - B68

27. umfar
ÍF - 07 Vestur