Fimm ferðir so nógv ferðsla

Tunnilsdagin vóru sera nógvir fremmandir bilar í Klaksvík, og norðoyingar nýttu høvi at fara hin vegin gjøgnum tunnilin

Tað góða veðrið gjørdi sítt til, at tunnilsdagurin við ókeypis ferðslu gjøgnum Norðoyatunnilin eydnaðist so væl. Hetta var leygardagin.
Tað samdøgrið fóru 2773 bilar gjøgnum unnilin. Til samanberingar kann nevnast, at leygardagin frammanundan koyrdu 567 bilar gjøgnum Norðoyatunnilin.
Ferðslan tunnilsdagin var sostatt næstan fimm ferðir sum ein vanligan leygardag.
Klaksvíkingar høvdu gjørt nógv fyri at fáa fólk at koma at vitja. Fleiri tiltøk við mentanarligum innihaldi vóru, og handlarnir spílaðu seg út við nógvum vørum.
Allan dagin vóru so nógv fólk í býnum, og tað minti um eina stevnu.
Norðoyingar nýttu eisini høvi at koyra hin vegin ókeypis gjøgnum Norðoyatunnulin.
Tað frættist, at nógvir norðoyingar henda dagin vóru bæði í Runavík og í Havn.