Fimm ferðir Lionel Messi

Barcelona er trygt víðari til fjórðingsfinalurnar í Champions League við einum samlaðum sigri upp á 10-2 á Bayern Leverkusen. Seinni 1/8 finalan endaði við einum 7-1 sigri til Barcelona. Lionel Messi skoraði ikki færri enn fimm av málinum. Apoel er somuleiðis víðari eftir brotssparkskapping.

 

Barcelona var omaná allan dystin og úrslitið sigur væl at sum skal sigast. Barcelona vann fyrra dystin 3-1 í Týsklandi og tí verður tey fáa, ið góvu Bayern Leverkusen ein møguleika undan seinna dystinum.

 

Lionel Messi skoraði sítt fyrsta eftir 25 minuttir og tað fimta og seinasta av sínum málum seks minuttir fyri tíð. Innskifti Christian Tello legði tvey afturat teimum fimm hjá Lionel Messi miðskeiðis í seinna hálvleiki.

 

Seinast ein leikari skoraði fimm mál í sama í dysti í kappingini fyri meistaralið var danin, Søren Lerby í kappingarárinum 1979/80. Tað veit Infostrada Sport at siga. Lionel Messi hevur nú skotið 100 mál í 97 teimum seinastu dystinum fyri Barcelona.

 

Í hini 1/8 finaluni millum Lyon og Apoel megnaði liðið úr Kýpros at vinna seg víðari. Tað stóð á jøvnum eftir tvær ferðir 90 minuttir og tvær ferðir 15 minuttir og tí mátti brotssparkskapping til fyri at finna ein vinnara. Stóra hetjan hjá Apoel gjørdist málverjin, ið bjargaði tveimum brotsspørkum hjá Lyon og tryggjaði harvið Apoel víðari luttøku í Champions League.

 

Champions League 1/8:

 

Barcelona - Bayern Leverkusen 7-1 (3-1)

Barcelona vinnur samanlagt 10-2

 

Apoel – Lyon 1-0 (0-1)

Apoel víðari eftir brotssparkskapping