Danska vikublaðið Femina hevur í vikuni grein um Jógvan Joensen, sum luttók í X Factor kappingini fyri tveimum árum síðani.
Blaðið skrivar um føroyska tónleikaran og ummælir hansara EP útgávu Love That You Love.
Ummælarin Tine Bendixsen heldur, at tónleikurin á útgávuni millum annað er orginalur, maskulinur og droymandi. Hon heldur, at Jógvan veruliga hevur sítt egna tónleikaliga úttrykk á útgávuni.
Femina letur hjørtu – í mesta lagi seks – í sínum ummælum, og Jógvan fær heili fimm hjørtu fyri útgávuana.