Seinnapartin í dag skulu øll tíggju 2. deildarliðini í eldin. Átjan umfør standa fyri framman, og síðsta leygardagin í september, sum er tann 26., verður greitt, hvat lið flytir beinleiðis upp, og hvat lið skal spæla um uppflyting móti tí liðnum, sum endar næstniðast í 1. deild.
Men longu nú, áðrenn hol verður sett á fyrsta umfarið er greitt, at tey av teimum tíggju liðunum, sum hava møguleika at flyta upp, kunnu teljast á aðrari hondini. KÍ, GÍ, NSÍ, B36 og HB hava lið í 2. deild, og tey eru øll frammanundan umboðað í 1. deild.
Tað vil við øðrum orðum siga, at feløgini, sum kappast um uppflyting, eru EB/Streymur, LÍF, FS Vágar, B71 og Royn. Hjá hinum feløgunum snýr kappingini seg um at vinna deildina, og tað kann væl vera, at okkurt av hesum feløgunum fer at vera við í stríðnum um steypið og gullkrónurnar. HB vann deildina í 1995, og síðani tá hava teir og eisini B36 og KÍ verið við til at sett dám á 2. deild. Øll hesi feløgini hava nógvar spælarar, sum eru um boðið í 1. deild, og nú fara nakrir av hesum spælarunum hvørt vikuskifti at spæla í 2. deild fyri at halda dystarvenjingina við líka, og tað átti at borið við sær, at tað fyrstu fimtan umførini av kappingini verður torført at taka stig frá teimum. Trý tey seinastu umførini ger strikan viðvíkjandi flyting av spælarum seg galdandi, og tá plagar tað at vera eitt sindur truplari hjá feløgunum, sum eisini eru umboðað í 1. deild.
Sambært kappingarreglunum, so er møguleikin fyri uppflyting úr 2. deild treytaður av, um feløgini, sum enda á fýra teimum ovastu plássunum, eru umboðað í 1. deild. Skuldi tað komið fyri, at øll feløgini á ovastu plássunum í 2. deild frammanundan eru umboðað í 1. deild, so verður eingin uppflyting. At tað fer at enda soleiðis í heyst man vera lítið sannlíkt. Men tað er ikki ómøguligt, at trý av teimum fýra bestu í 2. deild, fara at verða feløg, sum frammanundan eru umboðað í 1. deild. Verður tað soleiðis, so verður bara talan um beinleiðis uppflyting, og so sleppur liðið, ið endar næstniðast í 1. deild, undan at spæla um plássið í bestu deildini.