Fimm feløg uttan atkvøðu

Tey fimm feløgini lúka nevnliga ikki treytirnar hjá FSF fyri at greiða atkvøðu á aðalfundinum. Í treytunum verður skrivað, at felag skal hava lið í vaksna- og ungdómsdeild fyri at greiða atkvøðu.

Í hesum sambandi hevur FSF biðið Jens Wang, løgfrøðing, um eitt upprit um støðuna hjá SÍ og SÍF. Hetta tí feløgini fyrr hava greitt atkvøðu grundað á, at tey hava lið við í kappingini fyri old-boys.

Løgfrøðingurin sigur í sínum uppriti, at luttøka í old-boys ikki kann sammetast við luttøku í kappingini í Vodafone, 1., 2. ella 3. deild, og at feløgini tí ikki hava atkvøðurætt á aðalfundinum, sum verður settur klokkan 10 í morgin.