Fimm feløg eru góðkend at sleppa at bjóða upp á nýggju farstøðina, sum skal gerast á flogvøllinum í Vágum.
Tað sigur Vága Floghavn nú seinnapartin.
Fyri einum góðum mánaði síðani bjóðaði Vága Floghavn áhugaðum arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning at bjóða uppá høvuðsarbeiðstøku at gera nýggju farstøðina, tænastubygning og tað, sum hartil hoyrir.
Inn komu fimm umsóknir og Vága Floghavn hevur góðkent allar áhugaðu fyritøkurnar sum eru:
- Articon
- Búsetur
- J&K Petersen
- E. Phil & Søn Føroyar
- TG Verk
Tilboðini verða latin upp 27. juli og arbeiðið byrjar væntandi eftir summarfrítíðina, ella í seinnu helvt av august.
Miðað verður ímóti at arbeiðið verður liðugt um árskiftið 2013-2014.