UEFA hevur fimta árið á rað latið tey vitjandi á heimasíðu síni atkvøtt um ársins UEFA lið. Hálv onnur millon vitjandi hava atkvøtt, og einans fimm lið eru umboðaði á endaliga liðnum. Eitt nú eru lið sum Arsenal, Manchester United og Real Madrid als ikki umboðaði.
Venjari hjá liðnum er Chelsea venjarin José Mourinho. Undir sær hevur hann tríggjar AC Milan leikarar, tríggjar Barcelona leikarar, tveir Chelsea leikarar, tveir Liverpool leikarar og ein úr Juventus.
Heimsins besti leikari Ronaldinho og nummar trý í heiminum liðfelagin Samuel Etoo eru á liðnum, men nummar tvey í heiminum Frank Lampard verður ikki nevndur. Ársins málmaður seinastu árini Buffon úr Juventus hevur mist sítt pláss til unga kekkan í málinum hjá Chelsea Petr Cech. Einasta umboði hjá Juventus er Pavel Nedved.
Liðið sær soleiðis út:
Petr Cech (Chelsea)
Cafu (Milan)
John Terry (Chelsea)
Carles Puyol (Barcelona)
Paolo Maldini (Milan)
Luis García (Liverpool)
Steven Gerrard (Liverpool)
Ronaldinho (Barcelona)
Pavel Nedved (Juventus)
Samuel Eto'o (Barcelona)
Andriy Shevchenko (Milan)










