Fimm feløg eiga FM

Undan Ólavsøkuni er tað longu greitt, hvør hevur vunnið meistaraheitið í fimm av teimum sjey kappingunum

Ofta hevur tað verið soleiðis, at eitt felag er farið avstað við flestu meistaraskapunum. Soleiðis verður tað ikki í ár. Fimm kappingar eru avgjørdar, áðrenn árarnar verða lagdar i sjógv undir Argjalandinum. Og higartil hava fimm feløg vunnið hvør sítt FM heiti.
Trý av feløgunum eru í høvuðsstaðnum. Argja Róðrarfelag eigur FM í nýggju kappingini millum gentur í 5-mannaførum. Blikur hevur vunnið fyrsta FM heitið í hesi kappingini.
Róðrarfelagið Knørrur í Havnini hevur við Jarnbardi endurvunnið FM í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum, og sigursvanda Havnar Róðrarfelag hevur tryggjað sær FM í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum. Sílið er meistari.
Róðrarfelagið NSÍ hevur við Eysturoyingi vunnið FM í kappingina millum 10-mannaførini, og Klaksvíkar Róðrarfelag og Nevið Reyða eru meistarar í kappingini millum 8-mannaførini.
Tað er framvegis spenningur í tveimum kappingum. Onnur teirra er í kappingini millum 5-mannafør við dreingjum, har tveir bátar hava møguleika at gerast meistarar. Teir eru Fípan Fagra og Ritan.
Hin kappingin er tann millum 6-mannaførini við monnum. Har kappast Gongurólvur og Jarnbardur um meistaraskapin.
Tvær manningar kappast um Útvarpssteypið. Kvinnurnar umborð á 6-mannafarinum Jarnbardi og menninir umborð á 8-mannafarinum Nevinum Reyða hava vunnið allar kappingarnar higartil og hava tískil fult stigatal.
Sílið við kvinnum og Eysturoyingur hava møguleika at gerast mest vinnandi bátarnir. Hjá teimum ræður um at vinna, og so kann møguleikin gerast til veruleika, um bæði Jarnbardur og Nevið Reyða snáva á Ólavsøku.