Fimm feløg bjóða upp á Neymar

Santos hevur nú ásannað, at teir ikki megna at halda upp á stjørnuskotið Neymar, og brasilska felagið hevur váttað, at fimm feløg hava bjóðað 45 milliónir evrur, sum er prísurin, felagið ynskti at fáa.

 

Sky Sports – ið ikki vanliga rennur við hálvum vindi – skrivar, at tey fimm feløgini eru Barcelona, Real Madrid, Chelsea, Manchester City og so »outsidarin«, russiska Anzi Makhachkala.

 

Tað var annars mett, at Real Madrid og Chelsea vóru feløgini, ið kappaðust um stjørnuskotið, men nú er líkt til, at tey fáa kapping frá Barcelona og Manchester City. Eisini skal russiska Anzi Makhachkala vera til reiðar við teimum 45 milliónunum evrum fyri Neymar.

 

Russiska felagið hevur ovmikið av pengum, og teir vóna, at brasilianska íkastið í felagnum, millum aðrar Roberto Carlos, kann sannføra eymar at koma til Russlands, men ítróttarliga er tað neyvan áhugavert fyri leikaran.

 

Áhugaði feløgini skulu nú tosa við Neymar fyri at samráðast um persónligar treytir.

 

Verður russiska felagið soldað frá, er helst sannlíkt, at Neymar endar, har hann upprunaliga varð mettur at fara, nevniliga antin til Chelsea ella Real Madrid.