Fimm favorittar

Tað tykist ikki vera stórvegis ivi um favoritt-leiklutirnar í teimum fimm flogbóltsdystunum um vikuskiftið

Flogbóltur

Fimm flogbóltsdystir verða leiktir í teimum báðum meistaradeildunum hetta vikuskiftið. Tríggir hjá kvinnunum og tveir hjá monnunum.
                      Hjá kvinnunum tykist størsti spenningurin vera um dystin í Hoyvíkarhøllini millum KÍF og Drátt. Tað er tó einki at ivast í, at Dráttur er favoritturin í dystinum, eftir at tær byrjaðu kappingarárið við at vinna heimadystin móti ÍF.
                      Á Kambsdali man Mjølnir hava góðar vónir um at taka sær av stigunum, tá tær vitja hjá ÍF, og tað sama man TB hava, tá tær vitja hjá nýuppflutta SÍ. Ikki serliga spakulig byrjan, sum SÍ við hesum fær. Fyrst í Klaksvík móti Mjølni og síðani heimadyst móti TB!
 
SÍ heldur frí
Hjá monnunum eigur ÍF heimadyst móti Mjølni, men nógv bendir á, at hesin ikki verður so spennandi, sum hann annars hevur verið tað í fleiri ár.
                      Mjølnir byrjaði við at vinna trupla heimadystin móti SÍ, og einki er at ivast í, at teir hava ætlanir um at taka sær av øllum á Kambsdali. ÍF fekk í sín part eina laka byrjan, tá teir máttu lúta fyri Fleyr í fyrsta dystinum.
                      Og eftir at Fleyr í fjør var klárt veikasta liðið í kappingini, tykjast teir nú standa við møguleikanum at fáa fult annan dystin á rað. Móti Fram hevur talan annars ofta verið um sera tættar dystir, men soleiðis sum Fleyr legði frá landi seinasta vikuskifti kann helst roknast við, at teir aftur hesa ferð taka tvey stig við sær í posan.