Fimm fara til London

Umframt Pál Joensen eru fýra aðrir føroyskir svimjarar úttiknir at luttaka í EM í mai

Føroyar verða umboðaðar av fimm svimjarum í EM kappingini, sum verður í London í døgunum 16. til 22. mai.

 

Svimjararnir eru Pál Joensen og Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag, Signhild Joensen og Alvi Hjelm úr Ægir og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag.

 

Rui Magalhaes er venjari hjá føroysku svimjarunum, og Thurid Kjærbo verður ferðaleiðari.

 

Dan Hjelm úr Klaksvík verður dómari í EM kappingini, verður sagt í skrivi frá Svimjisambandinum.