Fimm føroyskar umsóknir

Grunnurin Nuuk-Reykjavík-Tórshavn, sum hevði aðalfund í dag, játtaði íalt 360.000 kr. í stuðuli til ymisk endamál. Av hesum vórðu 140.000 kr. játtaðar føroyskum umsøkjarum Fyrst á fundinum mintust tey Agnethe Davidsen, fyrrverandi borgarstjóra í Nuuk, sum doyði 25. november 2007. Síðani var roknskapurin fyri 2007 lagdur fram og góðkendur. Hann vísir eitt úrslit upp á 50.468 krónur og ognin er 813.638 krónur. Upphædd at játta av er 682.638 krónur. Tilsamans vóru 12 umsóknir til viðgerðar, og av hesum fingu 11 játtaðar stuðul uppá tilsamans umleið 360.000 krónur.

Tríggjar umsóknir vóru úr Grønlandi, og vórðu í alt játtaðar 112.200 kr. til hesar. Fimm umsóknir vóru úr Íslandi, og varð stuðul upp á til samans 101.000 kr.

Umsóknirnar úr Føroyum vóru fýra í tali. 7. og 8. flokkur í Kollafjarðar skúla fekk játtaðar 45.000 krónur til lestrarferð til Reykjavíkar, umframt støð á Suður- og Vestlandinum. Føroya Klarinettorkestur fekk játtaðar 45.000 krónur í stuðli til konsertir í Nuuk. Jógvan Niclasen fekk játtaðar 10.000 krónur í stuðli til ferð til bogaskjótikapping í Reykjavík. Og borðtennisfelagið Tór fekk játtaðar 40.000 krónur í stuðli til luttøku í 25 ára haldinum hjá grønlendska borðtennissambandinum í Nuuk.

Við á fundinum vóru frá Nuuk kommunu Nikolaj Heinrich, borgarstjóri, Ove Karl Berthelsen, Ane Egede Mathæussen og Gerda Knudsen, frá Reykjavíkar kommunu Ólafur F. Magnússon, borgarstjóri, Vilhjálmur Th. Vilhjálmsson, Björk Vilhelmsdóttir og Gunnar Eydal, og frá Tórshavnar kommunu Heðin Mortensen, borgarstjóri, Jógvan Arge, Jan Christiansen og Jens Marius Poulsen.