Fimm føroyskar popfrillur

Nýggi føroyski gentu­bólkurin Faroe 5, ið er stjórnaður av pop­guru’unum Eyðfinni Jensen og Kára Jacobsen, hevði hósdagin útgávu­konsert á torginum í SMS. Ein ovurstórur hópur av áhoyrarum var møttur upp at uppliva hesar fimm ungu genturnar fyri fyrstu ferð á palli

Fyri tveimum mánaðum síðani varð meldað út, at Eyðfinn Jensen og Kári Jacobsen leitaðu eftir gentum, ið dugdu at syngja, dansa og framføra á palli. Eyðfinn og Kári hava fyrr arbeitt saman við ótrúliga væleydnaðu barnapopverkætlanini PoppKorn (sum tó eisini saktans kann lurtast eftir av øðrum enn børn­um!), og ætlanin hesa ferð var at seta ein popbólk saman, ið vendi sær til tann vaksna lurtaran. Ella í øllum førum ein nakað eldri málbólk enn tann, ið PoppKorn appeleraði til.

36 gentur møttu tá upp til upp­tøkuroynd í útvarpshúsinum hjá Kringvarpinum, og tær fimm útvaldu gjørdust Asta Højgaard úr Klaksvík, Ragnhild Dam og Jónvá Ellingsgaard úr Havn, Lillian Dalsgaard av Sandoynni og Vígdis Fjallstein úr Norð­skála, allar í aldrinum 17 – 21 ár. Hóskvøldið í síðstu viku høvdu tær so fyrstu framførsluna hjá sær, sum eisini var útgávukonsert av fyrstu stakfløgu teirra. Á stakfløguni eru løgini »Bara eitt spæl« og »Tú fert altíð at vera har«, ið allir áhoyrararnir fingu eitt eintak av aftaná framførsl­una.

R&b hitt, dansigentur og fimleikur

Torgið í SMS var á tremur við bæði børnum og vaksnum, tá eg kom inn. Heilt frammi við pallin stóðu sjálvandi børnini. Eitt sindur longri afturi tey spentu foreldrini, systkinini og vinfólk­ini. Heilt afturi og uppi á bal­kongini, heilt frá Baresso og allan vegin yvir móti høvuðs­inngongini, stóðu fólk úr øllum alduri og stíli og bíðaðu eftir, at framførslan skuldi byrja.

Fyrstu 10 minuttirnar, áðrenn Rógvi Róin, marknaðarleiðari hjá SMS, trein á pallin og bjóð­aði vælkomin, ljóðaðu fleiri av teimum feitastu popp/r&b hittunum í hátalarunum. Legði serliga merki til Justin Timber­lake og Rihanna. Stutt eftir at Rógvi Róin var farin av aftur pallinum, komu tvær ungar gentur upp at dansa tango. Eitt sindur løgið og pínliga erotiskt (tá hugsað verður um aldurin hjá teimum, og tað faktummið, at tað vóru tvær gentur) í hesum øgiliga kynsfikseraðu døgum okkara. Men tær dugdu heilt hampuliga væl og á ein ella annan hátt var tað eisini feitt við einari sýning, ið breyt soleiðis frá skránni. Tá tango var liðugt, hoppaðu tær av pallinum og komu uppaftur nøkur sekund aftaná og góvu eina eitt sindur meira hampiliga (!) hipp hopp dansisýning, fylgd av tveimum ungum, væltrimmaðum monnum, ið skiftust um at gera alskyn fimleikahopp og snurr, sum ein sum eg ikki anar, hvussu eita. So komu dansigenturnar inn aftur og endaðu upphitingina til høvuðs­navnið við einum dansi afturat.

Nervar skinklaðu byrjanina

So var tíðin endiliga komin til tað, ið øll bíðaðu spentast eftir; Faroe 5! Sjálvt um áhoyrararnir ikki vóru nakað serliga geilaðir og hvørki róptu ella løgdu press á, tóktist tað knapliga sum um, at pallurin var við at eksplodera í nervum og spenningi. Eg veit ikki, hvat tað var, sum gjørdi tað. Men hví skal eg eisini vita tað? Eg havi ikki roynt knapliga at sloppi við í ein gentubólk, ið skal gerast Føroya stóra poppgáva í framtíðini. Og bara tveir mán­aðar aftaná upptøkuna at staði á torginum í SMS frammanfyri yvir túsund áhoyrarum og fyri fyrstu ferð upptraðkað. Tað er eingin ivi í, at tað tekur eitt sindur uppá nervarnar, men tað úrslitar eisini í, at fyrstu minutt­irnir/sangirnir í framførsluni gerast skinklutir. Og tað var eisini tað, ið byrjanin av fram­førsluni hóskvøldið við løgunum »You can« og fyrsta staklagnum »Bara eitt spæl«, var. Skinklut - og ósikkur. Og eg trúgvi ikki, at tað gjørdi tað betri, at fjøldin var so friðarlig og stív og lítið og einki gjørdi fyri at vísa, at hon var har fyri at lurta eftir teimum. Og so skal eisini nevnast, at ljóðið var nakað ullint og tað ýldi illa í mikrofonunum onkuntíð.

Men tað vardi tó ikki leingi, fyrr enn spenningurin á pallinum kom niður á jørðina, og gentur­nar slappaðu meira av, tordu betri at syngja, kláraðu at smílast uttan at krympa yvirvørr og kjálkar og fingu stjórn á rørslurnar hjá sær. Hetta í løgunum »Tú fert altíð at vera har«, lekra botnrútmu baseraða lagnum »Eg vil hava teg« og seinasta lagnum »We are one«. Tá tær so komu uppaftur á pallin og framførdu »Bara eitt spæl« umaftur, vóru mestsum eingir nervar eftir, og tær koyrdu bara stílin við nógv meira av sjálsikkurheit enn áður.

Hetta gjørdi framførsluna heilt góða fyri eina frumframførslu, hóast tað var okkurt, ið bleiv við at halta. Eg havi bara slett ikki hug til at nevna tey negativu tingini, tí eg veit, at tær eru spildurnýggjar og bara hava vant í uml seks vikur. Tær fara eisini heilt sikkurt at blíva nógv betri við tíðini. Tað er ikki tí, at eg ikki tími, men heldur tí, at eg (næstan) veit, at Eyðfinn og Kári longu vita alt, sum skal betrast, so tað er næstan meiningsleyst at byrja at seta fingurin á. Men á hinari síðuni vita allir lesararnir tað ikki, so eg má heldur gera mær tann ómak at greiða frá tí, óansæð huginum.

Fyrsta inntrykkið

Tað fyrsta, ið eg saknaði, var groove. Also at tær fylgdust meira í kropsrørslunum, at rørslurnar vóru bleytari hjá nøkrum av teimum í ørmum, hoftum og kjálkum. Eg saknaði eisini attitudu og persónligheit. At tær vóru meira tryggar í sínum rollum og tordu at vera ymiskar. Og so saknaði eg, at eyguni hjá teimum vóru meira skørp og fokuserað. Eitt sindur sum ein linsa á einum myndatóli. Bara tú sást á linsuna, ikki ígjøgnum hana. Tær kundu verið meira tryggar í, hvar tær hugdu, soleiðis at tað ikki bara bleiv púra tilvildarligt upp í loft ella eftir hvørjari aðrari alla tíðina.

Eitt ella annað stað er hetta omanfyrinevnda í grundini bara bagatellir. Tað er eisini torført at úttala seg púra hart og kontant um ein bólk, sum mann bara hevur sæð og hoyrt eina ferð. Tí eg havi bara hetta eina inntrykkið at fyrihalda meg til. Og hvat um hetta inntrykkið faktiskt er púra við síðun av og verður fullkomi­liga gjørt til láturs?

Tað er eitt sindur sum fordóm­ar. Ein hevur næstan altíð fordómar, um ein vil tað ella ikki. Tað er fyrsta inntrykkið, ið avgerð, hvørjir fordómarnir eru, og sum regul er tað fullkomiliga við síðun av og verður víst aftur, so skjótt tú fært títt næsta inn­trykk av viðkomandi støðu/luti/hending/persóni.

Diddufaktorurin er í topp

Tað, sum eg helt vera heilt í topp, og sum eg eri vís í fer at blíva við at vera framyvir, er, at tað riggar. Konseptið Faroe 5 riggar totalt sum gentupopbólkur. Hóast onkur haltandi elementir nú í byrjanini, so eru hesar genturnar ólukksáliga fittar, penar og snøggar. Tær syngja væl live, duga væl at tosa við fjøldina millum sangirnar, og ein merkir sum áhoyrari, at tær stríðast fyri hetta og veruliga vilja geva alt, sum tær hava í sær.

Diddufaktorurin – also tað, sum eg haldi er ultimativa kravið fyri ein gentupopbólk – er ordiliga til staðar, og eg trúgvi eisini, at tað er hesin faktorurin, ið fer at skumpa tær fram og fáa tær til at so við og við blíva ein týdningarmiklan popbólk fyri føroyska tónleikamarknaðin komandi tíðina.