Fimm føroyingar í Mumbai

Eftir øllum at døma eru fimm føroyingar í Mumbai, og føroyska uttanríkisráðið hevur verið í samband við tey avvarðandi. Ongin av føroyingunum sigst vera komin til skaða

Eftir yvirgangsatsóknina í indiska býnum Mumbai - fyrr Bombay - har hundraðtals fólk hava latið lív, sigur føroyski uttanríkisráðharrin seg fylgja gongdini í India fyri at vita, um føroyingar eru í økinum

Jørgen Niclasen sigur soleiðis í tíðindaskrivi frá uttanríkisráðnum:

- Eg meti, at tað er ein týðandi uppgáva hjá okkara uttanríkistænastu at kanna, um føroyingar eru í kreppurakta økinum og um væl veit við hjá teimum. Hetta verður gjørt fyri at hava møguleikan at seta neyðug tiltøk í verk saman við avvarðandi myndugleikum, um tørvur er á hesum.

Uttanríkisráðið hevur samskift við donsku sendistovuna í New Dehli og danska konsulin í Mumbai. Sambært okkara upplýsingum eru fimm føroyingar í løtuni í Mumbai, og Uttanríkisráðið hevur verið í sambandi við tey avvarðandi.

Okkum kunnugt eru ongir føroyingar komnir til skaða. Uttanríkisráðið fer komandi dagarnar at fylgja gjølla við gongdini í India, verður sagt í tíðindaskrivi.