KAPPRÓÐUR
Kappróðrarárið hevur ikki verið serliga spennandi í ár, tí at munurin millum bátarnar hevur verið alt ov stórur í teimum ymsu bátaflokkunum. Hjá fleiri av bátaflokkunum høvdu fremstu bátarnir vunnið allar róðrarnar undan vestanstevnuni, og hetta førdi eisini við sær, at hjá heili seks av bátaflokkunum høvdu fremstu bátarnir sjálvir møguleika at avgera kappingina um meistaraheitið á vestanstevnu, um teir megnaðu at vinna sín róður.
Bátarnir, sum sjálvir kundu avgera meistaraheitið á vestanstevnuni, vóru Hvassi hjá 5-mannaførum við gentum, Sílið hjá 5-mannaførum við kvinnum, Jarnbardur hjá 6-mannaførum við kvinnum, Sundabáturin hjá 6-mannaførum við monnum, Heiðabáturin hjá 8-mannaførunum og Eysturoyingur hjá 10-mannaførunum. Og eftir vestanstevnuróðurin kann staðfestast, at fimm av hesum manningunum megnaðu at tryggja sær meistaraheitið.
Jarnbardur var tann fyrsti
Fyrsti føroyameistarin, sum bleiv funnin í ár, vóru kvinnurnar umborð á Jarnbardi, sum við sigrinum á vestanstevnu vunnu sætta róðurin á rað í ár. Við hesum eru tær ósigraðar í hesum kappingarárinum, og tær mugu eisini sigast at hava vunnið allar sínar róðrar rættiliga trygt.
Næsti føroyameistarin í ár bleiv funnin í róðrinum hjá 5-mannaførum við gentum. Her kundi Hvassi tryggja sær FM við einum sigri, og tær megnaðu eisini at vinna fyri fimtu ferð í ár.
Sundabáturin, sum hevur fingið nógv sera góð úrslit, síðani báturin bleiv bygdur, megnaði eisini at vinna meistaraheitið á vestanstevnu. Tað sá leingi út til, at Tvørabáturin ætlaði at geva Sundabátinum ein skarpan gang, men móti endanum var eingin ivi, og so var enn eitt meistaraheitið veruleiki hjá Sundabátinum.
Tvey FM til Runavíkar
Sísðtu tvey meistaraheitini, sum blivu vunnin á vestanstevnu, fóru bæði til Runavíkar. Hetta var ikki beinleiðis óvæntað, tí undan vestanstevnuni høvdu bæði Heiðabáturin og Eysturoyingur vunnið allar sínar róðrar í ár.
Heiðabáturin megnaði enn einaferð at koma fyrstu á málið á vestanstevnu leygardagin, men hann var leingi undir trýsti frá Argjabátin. Sigurin kom tó í hús, og sostatt var fyrsti meistaraheitið hjá runavíkingum komið í hús.
Tað gekk tó ikki long tíð, so var næsta meistaraheitið veruleiki. Eysturoyingur megnaði nevniliga eisini at vinna á Vestmenningi í ár, men ungu menninir umborð á Vestmenningi fylgdu væl við allan vegin, og á málinum var bert ein bátslongd á muni. Annað meistaraheitið til Runavíkar var tó veruleiki, so hetta var ein góður dagur hjá teimum.
Sílið má bíða
Sætti báturin, sum sjálvur kundi avgera meistarahetið á vestanstevnu, var Sílið hjá 5-mannaførum við kvinnum. Ein sigur til tær hevði tryggjað teimum meistaraheitið, men soleiðis bleiv ikki.
Ørnin legði seg á odda alt fyri eitt, og hesa leiðslu megnaðu tær at halda allan vegin. Sílið royndi í fleiri umførum at leggja kvinnurnar umborð á Ørnini undir trýst, men henda dagin var einki at gera við Ørnina, sum vann róðurin í stórum stíli. Sílið er tó heili sjey stig framman fyri Ørnina í kappingini um meistaraheitið, og tí skulu tær í roynd og veru bert hava eitt stig á ólavsøku fyri at vinna FM, men eingin ivi er um, at tær ætla sær sigurin á heimasjógvi á ólavsøku.
Manglar ikki nógv hjá Havfrúnni
Tað var bert í einum bátaflokki, at fremsti báturin ikki kundi avgera meistaraheitið á vestanstevnu. Hetta var hjá 5-mannaførum við dreingjum, har Havfrúgvin undan róðrinum á vestanstevnu var fýra stig framman fyri Sílið.
Men í hesum róðrinum, eins og í øllum hinum, er alt at kalla avgjørt eftir vestanstevnuróðurin. Havfrúgvin vann nevniliga tryggan sigur henda dagin hálvaaðra bátslongd framman fyri Sílið.
Við sigrinum er Havfrúgvin nú seks stig framman fyri Sílið, og tí er bert neyðugt við tveimum stigum á ólavsøku fyri at vinna meistaraheitið.