Tá umsóknarfreistin til stjórastarvið í nýggja Undirvísingarstýrið var úti í gjár, hevði Mentamálaráðið fingið fimm umsóknir til nýggja starvið, sambært Dag&Viku í kvøld.
Undirvísingarstýrið er ein nýggjur stovnur undir Mentamálaráðnum, ið hevur ábyrgdina av fyrisitingarligum rakstraruppgávum innan undirvísingarøkið. Stýrið hevur ábyrgd fyri 80 skúlum og stovnum, ið hava eina samlaða játtan á umleið 900 milliónir krónur, harav meiri enn helvtin beinleiðis verður stýrt fíggjarliga úr Undirvísingarstýrinum, sæst millum annað í starvslýsingini hjá Mentamálaráðnum.
Harumframt upplýsir Mentamálaráðið, at ætlanin er, at Studni, Yrkisdepilin, Musikkskúlin og Próvstovan verða knýtt at Undirvísingarstýrinum, og skulu hesi virka og húsast saman, sum ein felags fyrisitingarlig heild undir stjóranum. Íalt verða umleið 32 fólk innan fyrisitingarøkið
Sambært Kringvarpinum, so tekur nýggi stjórin við starvinum 1. mars ella skjótast til ber.