Fimm fólk fingu í gjár at vita, at jólini skuldu haldast í sóttarhaldi, tí tølini hjá landslæknanum frá tollaksmessudegi vísa, at fimm tilburðir vórðu staðfestir aftrat.
Allir tilburðirnir vórðu staðfestir í Føroyum og eru partar av smittuketu, ið landslækning fylgir.
Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Fyrradagin vórðu 2656 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 191.632 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 561 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 526 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 35 persónar smittaðir í løtuni.
Meðan tað í fleiri dagar hava verið tvey fólk innløgd á sjúkrahúsinum fyri koronu, er nú bert eitt eftir.











