Løgregluleiðarin í Aurora í Illinois í USA, Kristen Ziman, segði á tíðindafundi í kvøld, at fimm fólk eru skotin og dripin í hópskjóting í býnum í kvøld. Fleiri løgreglufólk eru rakt av skotum og mistonkti brotsmaðurin, 44 ára gamli Gary Martin, er eisini skotin og dripin.
Stórt løgregluátak hevur verið við eina verksmiðju í býnum Aurora, har hendingin er farin fram. Talsmaðurin hjá løgregluni segði eftir sjálvan tíðindafundin, at tað ikki er vist, um brotsmaðurin er taldur við millum tey fimm deyðu í hópskjótingini í kvøld.
Fimm løgreglufólk eru skotin og særd og myndir, sum eitt nú www.vg.no hevur lagt út av økinum við verksmiðjuna, vísa, at her eru nógv løgreglufólk til steðar. Tá tilburðurin varð fráboðaður, heitti løgreglan á fólk í økinum um at halda seg innandura.
Men, sambært løgregluni er maðurin, sum var undir illgruna fyri at hava framt brotsverkið og drápini, sjálvur dripin og er tískil ikki ein hóttan í umhvørvinum meira.










