Fimm doyðu tá tónleikapallar rapaðu

Í minsta lagi fimm fólk doyðu, og umleið 70 fingu skaða, tá illveður rakti ein tónleikafestival í belgiska býnum Hasselt seinnapartin í gjár. Vindurin var so nógvur, at fleiri trø fóru um koll, og tveir av pallunum á festivalunum rapaðu.

Millum 60.000 og 65.000 fólk vóru á festivaløkinum, og nógv teirra vóru í einum stórum tjaldi og lurtaðu eftir bólkinum Smith Westerns, tá tjaldið hoyknaði í tí nógva vindinum. Myndugleikarnir sendu fleiri sjúkrabilar á staðið, og skúlar og aðrir almennir bygningar í umráðnum vórðu skipaðir sum neyðstøðir.

Allar konsertir á festivalinum vórðu avlýstar, og í morgun boðaðu fyrireikararnir frá, at festivalurin heldur ikki fram. Hann skuldi annars halda fram til sunnudagin.