Fimm deyð í ferðsluvanlukku í Svøríki

Fimm fólk doyðu, tá ein persónbilur og ein lastbilur stoyttu saman á motorvegnum sunnan fyri svenska býin Vara í gjárkvøldið. Tey fimm, tvey vaksin og trý børn, vóru í persónbilinum, og maðurin, sum koyrdi lastbilin, er fluttur á sjúkrahús við skelki.

Talsmaðurin hjá løgregluni, Per Larsson, sigur við TT, at tað var vánaligt veður og harafturat rættiliga hált, tá vanlukkan hendi, men enn dugir løgreglan ikki at greiða nærri frá, hví vanlukkan hendi.

Í morgun visti løgreglan framvegis ikki, hvørji tey deyðu eru.