Fimm fólk doyðu, tá ein bumba brast uttan fyri týsku sendistovuna í afghanska høvuðsstaðnum í morgun Sambært BBC vóru tað tveir amerikanskir hermenn og tríggir sivilir afghanar, sum lótu lív av bumbuspreingingini.
Onnur 12, tey flestu amerikanskir hermenn, vórðu særd.
Afghanska innanríkisráðið sigur, at talan var um eina sjálvmorðsbumbuatsókn.










