Fimm døglingar lagt beinini í Hvalba nátt

Tað er eindømi at ellivu døglingar leggja beinini, at kalla dag um dag

Aftur í morgun hava døglingar lagt beinini í Suðuroy, hesa ferð var tað í Hvalba. Mánadagin viltust seks døglingar upp á land í Sandvík, har teir løgdu beinini, men nú hava so fimm døglingar afturat rent seg fastar, hesa ferð í mølini í Hvalba.

Claus Olsen, grindaformaður sigur, at tað var beint eftir midnátt, at ein maður fór út við hundinum og tá hoyrdi hann blástur niðri í mølini. Teir fóru at hyggja, og tá lógu fimmdøglingar uppi í mølini.

Tá var bølamyrkt, so tað var ikki hildið at vera ráðiligt at gera nakað, men í lýsingini í morgun varð aftur farið til teir. Tá hevði tað fløtt, so teir lógu longri upp enn í nátt. Tann eini døglingurin var longu deyður, men hinir vórðu so avlívaðir.

Claus Olsen sigur, at nú verður farið undir at skera teir upp. Vanliga verða døglingar býttir til fólkið í sóknini, sum umfatar Hvalba og Sandvík og hann sigur, at væntandi verður tað eisini gjørt hesa ferð, hóast tað eisini doyðu seks døglingar í Sandvík mánadagin.

– So gera fólk sjálvi av, hvat tey geravið tvøstið, sigur hann. 

Sostatt eru ellivu døglingar deyðir í Hvalba og í Sandvík hesar seinastu tveir dagarnar. Claus Olsen sigur, at hann hevur tosað við ein eldri mann i bygdini og hann sigur, at tað er aldrin hent áður.

Grindaformaðurin sigur, at hesir døglingarnir eru heldur minni enn teir, sum løgdu beinini í Sandvík mánadagin.