Fimm bumbur í Bagdad

Í minsta lagi fimm fólk doyðu, og umleið 25 vórðu løstað, tá fimm bumbur brustu í Bagdad í morgun. Irakska innanríkisráðið siga, at í minst einum føri var talan um eina sjálvmorðsbumbu. Tann spreingingin var beint uttan fyri eina væl umtópkta matstovu í miðbýnum.

Sambært myndugleikunum vóru tær flestu spreingingarnar í tí partinum av býnum, har flest shiamuslimar búgva.