Fimm broytingar á føroyska liðnum

Gilli Rólandsson verður vongverji í vinstru, og Kaj Leo fær nýggjan møguleika á framrættaðum plássi í vinstru

Fimm broytingar vera á føroyska liðnum, sum seinnapartin fer á Tórsvøll ímóti Rumenia, tá ið sammett verður við teir ellivu, sum vóru við frá byrjan ímóti Ungarn hóskvøldið.

Merkisvert er tað, at Gill Rólandsson í dag verður vongverji í vinstru, og at Kaj Leo í Bartalsstovu aftur í dag verður framrættaður í vinstru. Hóskvøldið var hann fyri fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu. Atli Gregersen er leikbannaður, og tí verður Odmar Færø miðverji. Undir liðuni á honum verður Sonni Ragnar Nattestad, sum undan degnum í dag var ivasamur. Christian Lamhauge Holst, sum í dag sigur farvæl, tá ið hann spælir fyri 50. ferð á landsliðnum, verður í høgra borði.

Føroyska liðið:  Gunnar Nielsen – Jónas þór Næs, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Gilli Rólandsson – Sølvi Vatnahmar, Hallur Hansson– Christian Lamhauge Holst, Brandur Hendriksson Olsen, Kaj Leo í Bartalsstovu – Jóan Símun Edmundsson

Á beinkinum: Teitur Matras Gestsson, Tórður Thomsen, Viljormur Davidsen, Pól Jóhannus Justinussen, Róaldur Jakobsen, Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen, Erling Jacobsen, Rógvi Baldvinsson, Rene S. Joensen og Andreas Lava Olsen.