Fimm bólkar eru finaluklárir

Eftir seinna innleiðandi umfarið í Sement í gjárkvøldið er nú greitt, hvør skal kappast í finaluni, ið verður komandi leygarkvøld á Reinsarínum.

Eftir seinna innleiðandi umfarið í Sement í gjárkvøldið er nú greitt, hvør skal kappast í finaluni, ið verður komandi leygarkvøld á Reinsarínum.

 

Iron Lungs og Tummas Eivind & Hans Arni spældu seg víðari í finaluna, meðan Rökkvi, fekk wild card, ið verður givið til tann bólkin, sum dómararnir hildu vera tann besta av teimum, ið ikki upprunaliga kom víðari frá innleiðandi umførunum.

 

Hetta merkir, at bólkarnir í finaluni verða:

 

Konni Kass

Sissal

Iron Lungs

Tummas Eivind & Hans Arni

Rökkvi

 

Hetta er ein blanding av øllum frá tí inniliga singer/songwriter stílinum til elektro popp og tungmálm. Finalan er leygarkvøldið klokkan 20.