Fimm bjóða uppá skúlan

GILJANES: Fyri góðum mánaði síðani bjóðaði Vága kommuna áhugaðum arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning at bjóða uppá høvuðsarbeiðstøku, í sambandi við bygging av tí nýggja skúlanum á Giljanesi.

Av umsóknunum sum komu inn, hevur kommunan nú góðkent fimm fyritøkur. Hesar eru: Articon, Búsetur, J&K Petersen, E. Phil & Søn Føroyar og TG Verk.

Lisitasjónin verður 11. juli og arbeiðið byrjar væntandi miðskeiðis í august mánaði.

Eftir ætlan skal tað verða liðugt á sumri næsta ár. 




Mynd: Birgir Waag Høgnesen