Í gjárkvøldið og í nátt hevur løgreglan gjørt nakað burtur úr at kanna ferðsluna, og úrslitið av tí er, at fimm bilførarar eru tiknir.
Bilførarar, sum koyra eftir Áargeil Í Havn, niðan ímóti Ringvegnum, hava bara loyvi at snara til høgru á ringvegnum. Men í gjár var tað ein, ið snaraði til vinstru og tað fær hann bót, og klipp í koyrikortið fyri.
Løgreglan sigur, at tað hendir seg javnan, at bilførarar, sum koma eftir Áargeil, fara til vinstru eftur Ringvegnum, men tað kostar so eitt klipp í koyrikortið.
Í gjárkvøldið vórðu tveir bilar kannaðir tiknir í Havn har hvørgin av bilførarunum høvdu koyrikort, og í báðum bilunum fann løgreglan harafturat ólóglig rúsevni og amboð, sum verða brúkt í sambandi við rúsevni.
Annars fingu tveir bilførarar bót fyri at koyra ov skjótt í nátt. Teir koyrdu báðir 102 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80 og tað kostar teimum eina bót. Annar varð tikin Millum Fjarða og hin í Norðskálatunlinum.
Annars varð ein seyður yvirkoyrdur á landsvegnum oman fyri Hov. Tað var bóndin sjálvur, sum boðaði frá, at ein ær hjá honum var yvirkoyrd og lá deyð við vegin. Bilførarin hevur ikki sagt frá, so bóndin hongur sjálvur upp á missin. Siga bilførarar frá, rindar tryggingin endurgjald.