Seinnapartin í gjár var løgreglan ein túr við ferðmátaranum og í tí sambandi vórðu fimm bilførarar skrivaðir upp. Tveir av teimum fáa bót fyri at hava koyrt ov skjótt, men tveir koyrdu ímillum 101 og 110 kilometrar í óbygdum øki, so teir fáa eitt klipp í koyrikortið.
Men ein bilførari, sum hevði serligan skund, koyrdi 123 kilometrar um tíman og hann missur sostatt koyrikortið treytað. Sostatt má hann upp til nýggja koyriroynd, ella missur hann tað.