Fimm bilar fingu skaða í tveimum óhappum

– Og tveir bilførarar fáa klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt

Løgreglan hevur aftur nú verið í Norðoyatunlinum, og kanna, hvussu skjótt bilarnir koyrdu, og úrslitið av tú varð, at tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið. Annaar koyrdi 106 kilometrar um tíman og hin koyrdi 110 - men hevði hann koyrt ein kilometur um tíman skjótari, hevði hann verið noyddur til at tikið koyrikortið av nýggjum.

Annars vóru tvey ferðsluóhapp í gjár, har bilførarar ikki hildu víkiskylduna. Annað óhappið var við ferðsluljósini á krossvegnum ímillum Ringvegin og Hvítanesivegin, har tveir bilar fingu skaða, tí teir stoyttu saman av tí, at annar ikki helt víkiskylduna.

Sjúkrabilur varð eisini sendur á staðið og eitt fólk fór á Landssjúkrahúsið til kanningar, men løgreglan sigur, at einki bendi á nakran nevniverdan skaða.

Hitt ferðsluóhappið var beint uttan fyri Landssjúkrahúsið, har tríggir bilar fingu skaða - og tveir av teimum fingu ikki koyrt sjálvir.

Tað hendi, tá ið ein bilur, sum kom koyrandi út eftir, skuldi snara til vinstru, men ansaði ikki eftir einum bili, sum kom heim eftir ímóti býnum.

Teir stoyttu saman, og annar bilurin varð slongdur í ein triðja bil, sum eisini fekk nakað av skaða.  

Eitt fólk var í hvørjum bili, og tey vórðu øll kannað á Landssjúkrahúsinum.

Hvat eftirspælið av slíkum er, veldst um umstøðurnar, men undir vanligum umstøðum fær bilførari, sum ikki heldur víkiskyldu, og koyrir á, 2.000 krónur í bót, umframt at hann má taka koyrikortið av nýggjum. Í álvarsomum óhappum kann bilførari, sum ikki heldur víkiskylduna, eisini missa fáa koyriforboð.