Eldrarøkt
Mikudagin var móttøka á Eiði í samband við, at kjallarin í eldrasambýlinum nú alment er tikin í nýtslu.
Bygningurin stóð liðugur í 1998, og tá fluttu 10 fólk inn í ovaru hæddina at búgva. Kjallarahæddin var tá ikki innrættað, men hetta arbeiðið er nú fingið frá hondini.
Tordur J. Niclasen, borgarstjóri á Eiði, sum var formaður í bygginevndini, tá ið sambýlið varð bygt, sigur, at í byrjanini var sambýlið so mikið rúmsátt, at pláss eisini var fyri nøkrum fólkum í grannabygdunum.
- Men tørvurin av røkt í Eiðis kommunu hevur seinastu árini verið veksandi, og tí tók sitandi bygdaráð stig til at innrætta kjallarahæddina, soleiðis at pláss nú er fyri tilsamans 15 búfólkum.
Tordur sigur, at Hans J. í Kollsbyrgi var borgarstjóri á Eiði, tá ið eldrasambýlið var bygt, og sum formaður í bygginevndini tá ber hann táverandi borgarstjóra og bygdaráði alt tað besta.
- Eg haldi, vit høvdu eitt fyrimyndarliga gott samstarv, sigur hann.
Nýggj kømur og wc
Borgarstjórin sigur, at umframt nýggju kømrini í kjallarahæddini, eru vc?ir nú eisini gjørd inni á hvørjum kamari í ovaru hæddini.
- Í ovaru hæddini vóru bert nøkur felags wc?ir, men nú hevur so hvørt kamar í húsinum sítt egna wc.
Tordur J. Niclasen sigur, at samlaði kostnaðurin av eldrasambýlinum á Eiði liggur um 6 miljónir krónur, harav tann parturin, sum nú er tikin í nýtslu, liggur um 2 miljónir krónur.
Hann er væl nøgdur við hesa íløgu, sum í peningi liggur væl niðanfyri íløguna í onnur eldrasambýli, sum bygd eru í oynni.
- Tað kann vera, at onnur sambýli eru rúmligari og størri ? og alt gott um tað, men búfólkini í eldrasambýlinum á Eiði stórtrívast, sigur ein fegin borgarstjóri sum rósar undanfarna bygdaráði fyri, at tey settu hol á og framdu hesa bygging.
Tordur J. Niclasen sigur, at Eiðis kommuna framhaldandi er við í Røktar-og Ellisheiminum í Runavík og teirri útbygging sum nú fer fram har.










