Seinnapartin klokkan 16 spæla Lettland og Føroyar um triðja plássið í Baltic Cup í Riga í Lettlandi.
Hetta verður níggjunda ferðin liðini hittast. Lettland hevur vunnið tvær ferðir á Føroyum, Føroyar hava vunnið eina ferð á Lettlandi, og heilar fimm ferðir hava liðini leikt javnt.
Fyrstu ferð liðini hittust var í HM-undankappingardysti í Riga 7. oktober í 2016. Føroyar vunnu 2-0. Sonni Ragnar Nattestad og Jóan Símun Edmundsson syrgdu fyri málunum. Í returdystinum á Tórsvølli átti og burdu Føroyar vunnu, men træverkið bjargaði Lettlandi, og dysturin 7. oktober í 2017 endaði við javnleiki 0-0.
22. mars í 2018 hittust liðini í venjingardysti niðri í Spania. Dysturin var tann fyrsti av higartil fýra dystum millum liðini, ið endaði við javnleiki 1-1. Núverandi hjálparvenjarin, Atli Gregersen syrgdi fyri føroyska málinum.
Í 2020 vóru liðini í bólki saman í Nations League. Báðir dystirnir endaðu við javnleiki 1-1. Odmar Færø skoraði í heimadystinum á Tórsvølli 10. oktober í 2020, og Gunnar Vatnhamar skoraði í útidystinum, ið var leiktur 14. november sama árið.
11. juni fyri júst tveimum árum síðani hittust liðini eisini í dystinum um triðja plássið. Tá vann Lettlandi við 1-0 sigri fyrsta sigurin nakrantíð á Føroyum.
Liðini hittust í Nations League sama heystið, og á heimavølli 10. september vann Lettland aftur 1-0 á Føroyum. Dysturin á Tórsvølli 13. oktober sama árið endaði við javnleiki 1-1. Hanus Sørensen skoraði føroyska málið.
Skulu Føroyar javna hagtølini móti Lettlandi, og fáa fyrsta Baltic Cup sigurin, so er neyðugt, at okkara vinna á Lettlandi í dag.
Kelda: FaroeSoccer











