Nú fimm ár eru liðin, hava vit fingið tvær myndir av vinmonnunum, Palla á Dul og Leo Clothier, sála. Myndirnar eru tiknar um somu leið og um somu tíð fyri 11 árum síðan, har Mars gekk burtur.

Fimm ár síðan vanlukkuna í Skopunarfirði

- Eg visti, at her vóru bara tveir møguleikar. Antin fert tú heim í himmalin til tey, sum fóru undan tær – ella fert tú heim aftur til familjuna.

Nú fimm ár eru liðin, hava vit fingið tvær myndir av vinmonnunum, Palla á Dul og Leo Clothier, sála. Myndirnar eru tiknar um somu leið og um somu tíð fyri 11 árum síðan, har Mars gekk burtur.

Mikudagin hin 31. august vóru liðin fimm ár síðan Palli á Dul og bátsfelagi og vinmaður hansara, Leo Clothier, vórðu ásigldir í Skopunarfirði í bátinum, Mars, sum var glastrevjabátur av slagnum, Starlet 26.  

Leo Clothier fórst í vanlukkuni, meðan Palli á Dul varð bjargaður. Kvøldið fyri túrin stóðu teir báðir so hugagóðir í útnyrðingskrókinum í bátahylinum undir neystunum á Argjum og egndu nakrar línur. 

Hendingin fór fram á myrkari nátt í Skopunarfirði, og Palli á Dul hevur havt á munni, at tað tóktist serliga myrkt hesa náttina, tá farmaskipið – Mykines – sigldi á lítla glastrevjabátin. 

Mars koppaði í harða stoytinum, men fleyt í sjónum við botninum uppeftir. 

Báturin fleyt á luftini, sum var í stýrhúsinum og rúmunum í skrokkinum.

Eftir ógvusliga stoytin, fekk Palli á Dul tikið seg út úr stýrhúsinum. Hann noyddist at taka tøk upp úr sjónum fyri at koma upp í vatnskorpuna aftur. 

Palli á Dul ásannar, at tíðin tykist long, tá slíkt hendir, men hann heldur, at hann lá einar 30-40 minuttir í sjónum og helt sær í bátin, áðrenn bjargingin kom.  

- Tað tóktist so bølamyrkt hesa náttina. Eingin máni sást og eingin stjørna, og eg lá púra einsamallur á opnum havi. Báturin var koppaður, men eg hevði fingið í eitt lensihol í skrokkinum, og her royndi eg at halda mær fast. 

Í samrøðu hevur Palli á Dul greitt frá sínari ógvusligu uppliving hesa náttina í Skopunarfirði. Men, hugsaði maðurin, at bjargingin var nær – ella gjørdist hann vónleysur í teirri støðu, hann var í?

- Lat meg siga tað beint út. Eg visti, at her vóru bara tveir møguleikar. Antin fert tú heim í himmalin til tey, sum fóru undan tær – ella fert tú heim aftur til familjuna.

 

##med2##

Palli á Dul hevur greitt frá, at hesir tankar gjørdu hann púrasta róligan, og hann var avkláraður.

- Eg kundi liva við at vera bjargaður og sleppa heim aftur til familjuna, men eg var eisini til reiðar at doyggja og sleppa heim í himmalin. 

Sjálvur hevur hann sagt, at tað, sum bjargaði honum, var, at hann var avkláraður og ongantíð fór í ræðslu.

Nú fimm ár eru liðin síðan feigdarnáttina, hava vit fingið tvær myndir sendandi av vinmonnunum báðum, Palla á Dul og Leo Clothier, sála. 

Hesar myndir eru tiknar um somu leið og um somu tíð fyri 11 árum síðan, har Mars gekk burtur – fyri nú fimm árum síðan. Palli á Dul sá ongantíð kæra bátsfelaga og vinmann sín aftur.

 

Nú fimm ár eru liðin, hava vit fingið tvær myndir av vinmonnunum, Palla á Dul og Leo Clothier, sála. Myndirnar eru tiknar um somu leið og um somu tíð fyri 11 árum síðan, har Mars gekk burtur.