Spar ein fimting við betri oljufýring
Vilt tú halda fast við oljufýringina og minka um útlátið, so skalt tú síggja til, at oljufýringin virkar optimalt. Nýggjar oljufýringar eru nógv effektivari enn tær gomlu. Tað kann vera skilagott at fáa fakfólk at kanna, hvussu nógv orka fer til onkis, og hvat kann gerast fyri at minka um tað. Hetta kann spara meir enn ein fimting í oljunýtslu.
Spar ein triðing við betri bjálving
Effektivasta loysnin - serliga í eldri húsum - er at bjálva av nýggjum.
Hetta kann spara meira enn ein triðing av oljunýtsluni í nógvum húsum.
Hitapumpur
Verður farið til nýggjaru tøknina, er ein góð hitapumpa ein møguleiki. Fleiri teirra megna at avloysa oljufýringina. Tað eru fýra ymisk sløg av hitapumpum:
Luft til vatn: Ein loysn við hitapumpum er luft til vatn hitapumpan, sum avloysir oljufýringina. Enn vita vit ikki, hvussu longi hesar hitapumpur halda í føroyska veðurlagnum, men íløgan kann helst vinnast inn aftur eftir 10 árum, um oljuprísurin er oman fyri sjey krónur liturin.
Jørð til vatn: Jarðarhiti er eisini ein møguleiki. Fyrimunurin við hesum pumpum er, at tær ikki slítast av veðri. Heldur ikki eru tær til ampa fyri onnur, tí tær hvørki síggjast ella hoyrast av tí, at uttanduraparturin er undir jørð. Tað er hinvegin ein rættiliga stór íløga, sum vinnur seg inn aftur eftir eini 15 árum.
Sjógv til vatn: Har sum bygningar liggja við sjóvarmálan ber til at brúka sjóhita til upphiting. Royndir verða gjørdar við hesum í Føroyum í løtuni, og væntast kann, at príslegan og úrtøkan verður á sama støði sum jarðarhiti.
Luft til luft: Enn eru vanligastu hitapumpurnar í Føroyum luft til luft. Tær flestu hita luftina í húsinum og ikki brúksvatnið. So tær megna ikki at avloysa oljufýringina. Tær kosta ikki so nógv og vinna seg inn aftur í livitíðini.
Vindmyllur
Smáar vindmyllur eru eisini ein møguleiki sum ískoyti til oljufýring.
Sólfangarar/Sólsellur
Sólfangarar eru enn eitt alternativ, sum kunnu vera eitt ískoyti til heitt vatn og upphiting. Sólsellur, sum framleiða elektriskan streym, eru ikki lønandi, tí tær framleiða ov lítið í føroyska umhvørvinum.