Fimm 10-mannafør eru við

Fleiri hava annars borið ótta fyri, at 10-mannafarsróðurin varð av ongum í ár.

So galið er tað tó ikki. Eysturoyingur, Klaksvíkingur, Havnarbáturin, Ormurin langi og Fuglfirðingur hava nevnliga allir boðað frá luttøku.

Í hinum róðrunum er luttakaratalið hetta: 18 bátar eru 5-mannaførum við gentum, 13 manningar í 5-mannaførum við kvinnum, 5-mannafør við dreingjum eru 20 í tali, 7 6-mannafør við kvinnum, 12 6-mannafør við monnum og 8-mannaførini eru 7 í tali.